140x140

Klæði og regnklæðir

Klæði verða framleidd úr nógvum ymiskum tilfari, t.d. silki, ull, polyester, viskosu, bummull, líni v.m. Klæði kunnu innihalda heilsu- og umhvørvisskaðilig evni. 

Dálkandi og heilsuskaðilig evni í klæðum

Bromeraðir flammutálmarar kunnu vera nýttir, tá klæði verður viðgjørt fyri at verða minni eldfimt.

Metal, sum blýggj og krom, kunnu vera í  litevnum. Krom er eisini í ull, ið er ‘krombeisað’.

Vatntøtt klæði, t.d. regnjakkar kunnu innihalda sokallað perflourerað evni.

Dálkandi evnið DEHP og onnur ftalat kunnu vera í plastprenti, eftirgjørdum leðri, regnklæðum og vøttum. Plastklæðing á t.d. vøttum, kann eisini innihalda klorparafin.

Ítróttaklæði ella onnur klæði, ið eru viðgjørd fyri at forða fyri bakteriuvøkstri og lukti, kunnu innihalda bakteriutálmandi evnið triklosan. Klæði kunnu eisini innihalda silvur (nano-silvur), ið eisini tálmar bakteriuvøkstri. Í slíkum førum eru klæðini ofta merkt “antibakteriell” ella líknandi. Silvur er umhvørvisskaðiligt og ovurnýtsla av silvri kann elva til mótstøðuføri hjá bakterium ímóti antibiotika.

Nonylfenol kann koma fyri í klæðum, ið eru innflutt úr londum uttan fyri ES.

Evni, ið kunnu elva til ovurviðkvæmi kunnu vera í klæðum, t.d. formaldehyd og nikkul – fyrst og fremst í knappum, lynlásum og spennum. Latex/gummi í elastikki og elastiskum klæðum kann eisini elva til ovurviðkvæmi.
 

Klæði kunna eisini innihalda leivdir av evnum, sum verja klæðini ímóti skordýrum og ímóti roti. Hesi evni verða brúkt áðrenn klæðini koma í handlarnar, millum annað undir flutningi og goymslu av klæðum. Eitt dømi er dimetylfumarat (DMF), ið er bannað í ES. Dimetylfumarat kann millum annað elva til ógvusligt ovurviðkvæmi.

Upplýsingar um leður og eftirgjørt leður eru at finna her: vørur úr leðri.

 

Dømi um dálkandi evni í klæðum:

 

Góð ráð

 

Svanurin og blóman

Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarlig klæði. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:

 

 

Burturbeining

Klæði, sum eru rein og heil, og sum onnur kunnu endurnýta, kunnu latast til endurnýtsluhandlar (t.d. Bláa Kross, Reyða Kross og Iktys) ella til loppumarknaðir.

Klæði, sum ikki kunnu endurnýtast, kunnu burturbeinast sum vanligt húsarhaldsburturkast.

Klæðir og skógvar við elektronikki, t.d. skógvar við peru, sum lýsir tá gingið verður, skulu burturbeinast sum elektronikkur.Les meira um burturbeining av burturkasti her.
 

Les hvat onnur skriva

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo

 

 

Klæðir og regnklæðir